Jákup Jógvansson Clementsen vildi loysa eina uppgávu
Bacheloruppgáva nýggjur granskingarpallur
Jákup Jógvansson Clementsen, sum lesur verkfrøði, vendi sær til Havstovuna í fjør at vita, um Havstovan hevði onkra uppgávu, sum hann kundi loysa í síni bachelorritgerð.
Á Havstovuni hevur í nøkur ár staðið eitt modell av Jákupi Sverra. Tankin hevur verið at fáa modellið út at sigla við nýmótans dronutøkni, soleiðis at tað kann nýtast sum granskingarpallur til ekkókanningar heilt inni við land á firðum og í sundum.
Jákup Jógvansson Clementsen
Ein uppgávuorðing varð gjørd, sum í stuttum snúði seg um at fáa modellið út at sigla sjálvvirkandi, og í sama viðfangi savna inn ekkólodd dátur.
Heitið á uppgávuni var ”Styringssystem til autonom overfladedrone, i samarbejde med Havstovan”. Eitt slíkt far verður á enskum kallað ASV, ”Autonomous Surface Vehicle”
Verkætlanin byrjaði í desember í 2025, og tann 23. februar 2026 varð farið sjósett fyri fyrstu ferð. Á fyrsta túri eyðnaðist at fáa víst í verki, at ASV’arin riggaði sum ætlað, og at fáa fyrstu ekkódáturnar til høldar.
LES HER Bacheloruppgáva nýggjur granskingarpallur - Havstovan

