Ett sindur av dramatikki við lendingina í Mikladali miðskeiðis í 1970-unum
Bátar í bíðirøð við lendingina í Mikladali.
Nógv ferðsla og eitt sindur av dramatikki við lendingina í Mikladali miðskeiðis í 1970-unum. Sildberin hevur avloyst Barsskor henda dagin, og umborð á lítlabáti síggjast Jákup Mourits Olsen, sum sigldi við postbátinum, og Ólavur Clementsen, sum skuldi matrikulera Mikladals bygd.
Tað skrivar fyrrv. sjórin á Fiskivinniskúlanum á Facebook.
Samstundis eru pápi og Eivind Eliasen úr Mikladali á heimveg av útróðri við Nestanga, og ætla sær at koyra nakrar fiskar upp á land. Pápi stendur í stýrhúsinum, og Eivind stendur aftanfyri kappan. Nú er hetta søga, tí so vítt eg veit, er ongin av hesum bátunum til longur.
Oddbjørn Vágslíð tók myndina onkustaðni miðskeiðis í 1970-unum. Eg havi frammanundan víst myndina her fyri eini tíð síðan.