Íslendska makrelveiðan er byrjað
Íslendska makrelveiðan er byrjað.
Makrelurin er stórur, millum 500 og 570 gramm.
Øll íslendsku uppsjóvarskipini eru farin at fiska makrel.
Nøkur teirra eru í altjóða sjógvi í Smoguni, og onnur í íslendskum sjógvi.
Makrelfiskiskapurin byrjar eitt sindur fyrr í ár enn í fjør, tá hann byrjaði 9. juli.
Føroyski makrelfiskiskapurin er ikki byrjaður enn.
Hann plagdi at byrja fyrst í august.
Tað skrivar Høgni Djurhuus á kvf.fo