Íslendska havstovan hevur endurskoðað tilmælið, sum nú er 44.000 tons
Lodnan við Ísland er farin at mennast.
Endurskoðað tilmæli hjá íslendsku havstovuni er 44.000 tons.
Tað er nógv meira enn undanfarna ár, tá tilmælið var 8.600 tons og fiskað vóru knappliga 10.000 tons.
Ísland fær 33.000 tons.
Føroyar fáa 1.650 tons, fimm prosent, av tí, og hini 19 prosentini verða býtt millum Noreg og Grønland.
Tað skrivar Høgni Djurhuus kvf.fo