Íslendsk skip missa fiskiloyvi fyri útblaking

Fiskiveiðueftirlitið í Íslandi brúkar dronur at kanna útblaking

Higartil í ár hava seks skip og bátar í Íslandi mist loyvið at fiska, tí tey og teir blakaðu fisk út.

Hetta eru líka nógv sum alt árið 2022.

Fiskiveiðueftirlitið í Íslandi brúkar dronur at kanna útblaking.

Tey, sum missa loyvið longst, missa tað í átta vikur. Øll útblaking, sama hvussu lítil hon er, telur við.

Ein bátur misti loyvið í eina viku, tí hann blakaði 44 fiskar fyri borð.

Ein annar blakaði 75 fiskar út. Hann misti loyvið at fiska í tvær vikur.

Tað skrivar Høgni Djurhuus á kvf.fo