Ísland: Trolari fekk lík og vraklutir av flogfari í trolið
Manningin umborð á íslendska trolaranum, Hrafn Sveinbjarnarson, fekk mikudagin ein hvøkk, tá vraklutir frá einum flogfari og mannaleivdir lógu í trolinum.
Íslendski miðilin, Vísir, sigur, at hóast tað ikki er staðfest, hvat flogfar og hvønn persón talan er um, bendir nógv á, at talan er um eitt flogfar, ið hvarv millum Grønland og Ísland heilt afturi í 2008.
Íslendska løgreglan hevur fingið fráboðan um fundið hjá trolaranum, og leivdirnar av bæði flogskiparanum og flogfarinum verða kannaðar, tá trolarin kemur aftur 22 mars.
Mett verður ikki, at neyðugt er hjá trolaranum at framskunda heimferðina, men manningin hevur fingið boð um at fara virðiliga við leivdunum.
Hildið verður, at talan er um eitt Cessna flogfar,.... LES ALLA GREININA HER https://www.dimma.fo/grein/trolari-fekk-lik-og-vraklutir-av-flogfari-i-trolid