Ísborg heimstað í Vági
Navnabroytingin frá íslendska Margreth til Ísborg TG 752 er longu skrásett. Ísborg fær heimstað í Vági
Ymiskar dagføringar skulu gerast í Skagen, men teir rokna ikki við at tað tekur langa tíð.
Uppsjóvarskipið, Ísborg, er ikki gamalt skip, tað er bygt í Norra í 2008. Skipið kann lasta eini 2.000 tons.
Skipið er gott 70 metrar langt og 15 metrar breitt og motorurin er 7500 hk.
Føroya Fiskimannafelag ynskir til lukku við keypinum.
Myndina eigur Føroyska Sjómansmissiónin (TJ-Myndir)

