Inntøkan er yvir 900 milliónir meir
Hetta seinasta árið hava føroyingar tjent yvir 900 milliónir meiri enn í árinum frammanundan.
Tað skrivar Dimmalætting, sum hevur tølini frá uppgerð frá Hagstovuni.
Teir 12 mánaðirnar frá oktobur í fjør til í septembur í ár, tjentu føroyingar góðar 13,5 milliardir og tað eru 912 milliónir, ella 7,3 prosent meiri enn undanfarna 12 mánaða tíðarskeið frá oktobur í 2023 til í septembur í 2024.
Hagstovan sigur, at annars hevur gongdin hesi seinastu árini verið, at alsamt meiri verður goldið í lønum.
Størsti vøkturin er hjá fiskimonnum, sum fiska tosk, hýsu og annan botnfisk, tí teir hava tjent 479 milliónir, og tað eru 164 milliónir meiri, ella 52 prosent meiri enn undanfarnu 12 mánaðirnar frá oktobur í 2023 til septembur í fjør.
Les alla greinin HER Hava tjent yvir 900 milliónir meiri - Dimma.fo