Innflutningurin fyrstu 10 mánaðirnar

Fyrstu 10 mánaðirnar í ár varð innflutt fyri 10,5 milliardir krónur.

Innflutningurin til og við oktober er nú gjørdur upp, og innflutt varð fyri 10,5 milliardir krónur. Hetta er ein vøkstur á 39% í mun til í fjør. Um skip og flogfør ikki verða tald við, er vøksturin 25%. Innflutningurin í 2021 var 9,3 milliardir krónur, og tað var metár. Sostatt er innflutningurin fyrstu 10 mánaðirnar av 2022 13% hægri enn alt árið 2021. 

Oljuprísurin er framvegis høgur, og tað sæst eisini aftur í innflutninginum. Vit hava innflutt brennievni fyri 2,1 milliard krónur ella 85,3% meira enn sama tíðarskeið í fjør.

Um sæð verður burtur frá brennievni, stavar vøksturin í innflutningsvirðinum ikki frá innflutningi til beinleiðis nýtslu, men frá innflutningi av tilfari og øðrum til vinnulívið. Vøksturin til beinleiðis nýtslu liggur um 1%, meðan vøksturin í tilfari til vinnulívið liggur millum 20 og 30 prosent fyrstu 10 mánaðirnir.

Fleiri hagtøl o,a eru HER https://hagstova.fo/fo/tidindi/innflutningurin-fyrstu-10-manadirnar