Ingilín D. Strøm handlaði skjótt
Arbeiðsskaðatryggingarlógin: Tað eru dømi um, at eitt fólk sum hevði fingið skaða fekk 180.000 kr. í endurgjaldi í 2011.
Hesin sami skaddi sjómaðurin fekk tíggju ár seinni ( í 2022 ) eisini 180.000 kr. also óbroytt endurgjaldgjald.
Endurgjaldið er framvegis 180.000 kr. um árið í 2023.
Síðan 2011 eru onnur endurgjøld hækkaði við sløkum 23 prosent.
Undir lógini sum nú er minkar útgjaldi í veruleikanum. Realvirðið minkar, so hvørt sum lønir fara upp.
Vóru tær 180.000 kr. javnaðar sambært einari aðrari grein í arbeiðsskaðatryggingarlógini, var gjaldið í 2022 kr. 263.535.
Ingilín D. Strøm fekk eina áheitan frá Føroya Fiskimannafelag í vár, um at broyta lógina.
Føroya Fiskimannafelag skeyt upp, at endurgjaldið fyri mist vinnuføri eftir arbeiðsskaða skal fylgja lønarvøkstrinum.
Longu nú (23. august) er uppskot um at broyta lógina komið í tingið.
Vit á Føroya Fiskimannafelag fegnast, at Ingilín D. Strøm tók undir við okkara áheitan -og handlaði skjótt.