Ósjónligt arbeiði
Beint fyri jól fekk eg æruna av at verða landsstýriskvinna í arbeiðsmarknaðarmálum. Tí vildi tað í dag verið upplagt hjá mær at skriva nakað um umstøðurnar hjá kvinnum á arbeiðsmarknaðinum. Tað vildi verið upplagt at víst á avmarkingarnar í møguleikanum at arbeiða fulla tíð á økjum, sum kvinnur í størstan mun starvast á, og hvørjar avleiðingar tað hevur fyri eftirlønina og sostatt ellisár teirra. Um lønargjónna millum menn og kvinnur. At sannlíkindini fyri at koma í leiðslusessir ella valdsmiklar sessir langt frá eru til fyrimuns fyri kvinnur, og hvussu tað skeiklar samfelagið og avgerðirnar, sum verða tiknar. Men eg ætlaði heldur at siga eitt sindur um ósjónligt arbeiði. Tað ljóðar gandakent og gátuført, men tað er tað als ikki.
Tað var ein mánadag – ella hósdag ella mikudag – í øllum førum var kjak í útvarpinum, og snúði kjakið seg um hvørt prestar kunnu vera kvinnur. Hetta eru nøkur ár síðan nú (tíbetur). Í øllum førum var tað soleiðis, at heima í eini stovu í norðara parti av landinum sat ein eldri kona og ilskaðist. Hon ilskaðist inn á, at ein tann størsti parturin av trúðarlívinum í Føroyum var hildin uttan fyri kjakið. Hon gjørdi ikki matari enn, at hon tók hornið og ringdi inn til útvarpið og spurdi teir vísu menninar í kjakinum, hvør teir hildu hevði hildið trúnna viðlíka og lært børnini Faðir vár? ”Tað hava kvinnurnar, sum vóru við hús!”.
Eldra konan vísti á ósjónliga arbeiðið, ið kvinnur gjøgnum langa tíð hava gjørt. Tað verður rópt ósjónligt, tí tað er neyðugt, at tað verður gjørt, men tað verður ikki viðurkent ella góðtikið sum arbeiði í serliga stóran mun. Vit snakka heldur ikki um tað sum uppgávur, ið skulu loysast, tí tær ofta verða loystar heilt av sær sjálvum – og aloftast av konufólki. Í so máta kann tað fyri summi kanska tykjast sum gandur.
Hvat er so ósjónligt arbeiði? Tað kann kanska tykjast løgið at seta orð á, tí tað er nakað, sum vit ofta taka fyri givið. Ósjónliga arbeiðið er partvís arbeiði, ið verður gjørt við hús. Tað vil siga eitt nú endaleysa projektið at vaska klæðir ella matgerð og uppvask. Hetta arbeiðið gera kvinnur í nógv størri mun enn menn í hinskyndum parløgum. Í Danmark arbeiða kvinnur í miðal 1 tíma meir við slíkum uppgávum við hús enn menn gera, dagliga. Tað eru 9 vikur av fulltíðararbeiði um árið. Vit hava ikki greið tøl her heima um húsligt arbeiði, men ein kanning, ið Javnaðarflokkurin á Fólkatingi gjørdi herfyri, vísti, at føroysk konufólk somuleiðis gera nógv størra partin av hesum arbeiðinum við hús.
Men tað snýr seg ikki bara um matgerðina ella innkeypið. Tí afturat kemur at leggja til rættis – at vera eitt slag av umsorganarverkætlanarleiðara heima og á arbeiðsplássinum, at fáa alt at koyra, so øll trívast. Eisini her eiga kvinnurnar størstu ábyrgdina. Hvør minnist til, at Anna hevur føðingardag og at keypa henni føðingardagsgávu frá øllum á arbeiðsplássinum? Hvør heldur skil á, nær børnini skulu til tannlækna, guitar, barnaføðingardag, og nær foreldrafundurin er? Tað snýr seg ikki bert um, hvør stendur í FK og keypur inn, men arbeiðið, sum liggur aftan fyri innkeypslistan. At halda skil á, hvat vit eiga inni, hvat vit hava brúk fyri komandi dagarnar í húsarhaldinum og so framvegis. Tað verður á enskum rópt ”mental load” ella ”hidden load”, og tað er nakað, sum ljós av álvara verður varpað á sum ein av orsøkunum til, at tað vísir seg at vera so trupult at fáa javnstøðu á arbeiðsmarknaðinum, samstundis sum nógvar kvinnur kenna seg strongdar í gerandisdegnum, hóast tær (í teoriini) arbeiða minni enn menn. Á arbeiðsplássinum altso. Í Degi og Viku í gjárkvøldið vístu Súsanna Samró og Marin Eidesgaard á kanning teirra um júst hetta. Tá ábyrgdin fyri ósjónliga arbeiðnum í so stóran mun liggur hjá kvinnunum, er tað eyðsæð, at tað avmarkar møguleikarnar fyri at luttaka javnt á arbeiðsmarknaðinum. Tá vit so aftur og aftur spyrja, hví kvinnur ikki bara bjóða seg fram ella taka av, hevði tað verið passaligt at havt hetta stórarbeiðið í huga, sum flestar kvinnur í hinskyndum parløgum gera hvønn dag.
Nú hugsar tú kanska, at eg eri eitt ræðuligt og priviligerað grenj, tí eg bara snakki um, hvussu hetta ávirkar konufólk og okkara lív. Tað kann gott vera, og tað er púra rætt, at eg sjálv havi nógv framíhjárættindi. Sjálv haldi eg, at tað er tungt, at vit ikki eru komin longur, tá vit tosa um javnstøðu. At vit framvegis skulu diskutera endamálsorðingina fyri Demokratia, heldur enn at síggja kvinnuumboðan í politikki sum sjálvsagt mál. At vit ikki tosa um tey, ið eru fyri mismuni, tí tey eru LGBTarar ella vegna húðarlit. Men eyðsæð hava vit enn brúk fyri hesum ”grenjinum”. Og nú er tað soleiðis, hóast summi(r) kanska ikki trúgva mær, at javnstøða í øllum lutum er til fyrimuns fyri øll. Minnilutabólkar, kvinnur og menn. Tí tað eru ikki bara konufólk, sum eru fangaðar í kynsstereotypunum. Tá maskulinitetur verður giftigur – sonevndur toksiskur maskulinitetur – er tað ikki bert til ampa fyri kvinnur. Tá er tað so sanniliga eisini til ampa fyri menn, ið hava lægri livialdur, halda aftur við at søkja sær hjálp, bæði sálarliga og kropsliga, og enda í størri mun enn kvinnur í kriminaliteti og í fongsli. Samfeløg við javnstøðu eru eitt nú ríkari og sunnari. Tað eru ikki bert kvinnur, ið líða undir kynsójavna. Tað eru so sanniliga eisini menn, sum eru bundnir av siðbundnu fatanini av, hvussu og hvat ein maður er. Tí er nógv at vinna. Fyri øll.