Ímillum 15 og 20 stig - næstu dagarnar

Veðrið

í dag

Frískt lot til frískan vind millum sunnan og landsynning, 5 til 10 m/s. Sól ella sólglottar og yvirhøvur turt. Hitin 13 til 18 stig.

Sunnudagin

Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, sum um kvøldið gongur upp í eystan. Sól ella sólglottar og yvirhøvur turt, men í støðum møguliga mjørki. Hitin 14 til 21 stig, um náttina um 13 stig.

Mánadagin

Lítið lot eystan og av landnyrðingi, minni enn 5 m/s. Sól ella sólglottar og yvirhøvur turt, men í støðum møguliga mjørki. Hitin 15 til 20 stig, um náttina um 13 stig.

Týsdagin

Lítið lot eystan og av landnyrðingi, minni enn 5 m/s. Um náttina ælaveður. Út á dagin sól ella sólglottar og yvirhøvur turt. Tó í støðum møguliga mjørki. Hitin 13 til 18 stig.