Vit mugu ikki koma í ta støðu, at vaktarskipini sjálvi hava tørv á at fáa sleip
Hetta kann ikki passa, sigur Jan Højgaard, tá ið hann hoyrir, at Vørn ikki hevur játtan at halda vaktarskipið Tjaldri í rímiligum standi, heldur ikki í 2026.
Trygdini á sjónum eiga vit ikki spæla við. Dagliga hoyra vit í tíðindunum, at bátar og skip hava tørv á vaktarskipum og -tyrlum, og tí mugu politikarar ikki gambla við trygdini, sigur Jan.
Sjálvandi kemur tað illa við hjá Vørn, at eingin peningur verður settur av á fíggjarlógini fyri næsta ár til at fyrireika nýtt vaktarskip fyri Tjaldrið, men so má peningur setast av til víðlíkahald. Hetta líkist púrasta ongum, leggur Jan afturat.
Eg vil staðiliga heita á fíggjanevndina, um at seta pening av til at halda vaktarskipið Tjaldrið í virkisførum standi, annars er eingin virðing fyri okkara sjófólki, sigur Jan.
Vandi er fyri, at vit einki skip hava, um hetta heldur fram, og tað ber ikki til. Tørvur er alla tíðina á tveimum skipum.
Vit mugu ikki koma í ta støðu, at vaktarskipini sjálvi hava tørv á at fáa sleip, tað er skomm.
At Vørn skal dúva upp á hepni er ikki virðiligt, sigur Jan Høgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag at enda.