Ikki altíð so tespiligt at sigla við posti til brimplássini
Áðrenn bygdirnar norðast á Kalsoynni fingu tyrlusamband og seinni vegasamband, skuldi góðir nervar til at sigla norður á Trøllanes við Barsskor í nógvum brimi. Um veturin vóru líkindini ofta so vánalig, at tað als ikki bar til at fara norður á Nes í einar tvær-tríggjar vikur. Tá mátti bygdarfólkið brynja seg við toli, til veðrið batnaði.
Tað óvissa sambandið við umheimin gjørdi, at øll húskini á Trøllanesi høvdu alla húsarhaldsvøru niðurfyri til ein mánað ella so, og tá goymslurnar minkaðu, keyptu tey av nýggjum. Hetta fungeraði sum, at øll høvdu handil. Um onkur var í uppisetri fyri onkra vøru, so læntu húskini sínámillum, og síðan varð vøran borin aftur, tá veðrið var til vildar.
Á myndini standa tveir menn frammi á bógnum á Barsskor í rokinum frá briminum. Maðurin vinstrumegin kundi verið Helgi í Svínoy, meðan eg ikki dugi at eyðmerkja hin mannin í oljuklæðum (kanska Meinhard hjá Skós?). Myndina tók Hjalmar W. Høgnesen.
Tað skrivar Jákup Andreasen, fyrrv. skúlastjóri á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna, á facebook.