Tilmælið fyri svartkjaft er ein lækking á 41% í mun til 2025.

ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2026

Tilmælið fyri svartkjaft er 851.344 tons fyri 2026, sum er ein lækking á 41% í mun til 2025.

Henda lækking kemst av, at gýtingarstovnurin minkar skjótt vegna vánaliga tilgongd síðani 2022 og at metingin av góðu 2020 og 2021 árgangunum er justerað niður í stovnsmetingini í ár.

Tilmælið fyri svartkjaft er 851.344 tons fyri 2026, sum er ein lækking á 41% í mun til 2025. Henda lækking kemst av, at gýtingarstovnurin minkar skjótt vegna vánaliga tilgongd síðani 2022 og at metingin av góðu 2020 og 2021 árgangunum er justerað niður í stovnsmetingini í ár.

Gýtingarstovnurin er mettur at vera 3,65 mió. tons í 2026, sum er oman fyri støddina, har tað sambært umsitingarætlanini er neyðugt at vísa varsemi (Btrigger = 2,25 mió. tons).

Veiðitrýstið hevur ligið oman fyri hámarkið síðani 2014, og er í ár 0,68, sum er væl oman fyri burðardygga hámarkið (FMSY = 0,32).

Frá kanningum í 2025 eru ábendingar um, at árgangurin frá 2024 er yvir miðal, men hesi tøl eru ikki partur av stovnsmetingini. Júst hvussu góður 2024 árgangurin er, fáa vit ikki at síggja fyrrenn komandi ár.

Talvan niðanfyri vísir ICES tilmælini um mest loyvdu veiðu fyri makrel, svartkjaft og norðhavssild í 2026 og broytingarnar frá 2025 til 2026.

 Tilmælið
2026
Tilmælið
2025
Broyting
frá 2025
til 2026
Makrelur174.357576.958-70 %
Svartkjaftur851.3441.447.054-41 %
Norðhavssild533.914401.79433 %

LES ALT TILMÆLI HER ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2026 - Havstovan