Tilmælið fyri makrel ein lækking á heili 70% í mun til í ár
Tilmælið fyri makrel er 174.357 tons fyri 2026, sum er ein lækking á 70% í mun til í ár.
Makrelstovnurin hevur verið í minking síðani 2014. Niðurgongdin í stovninum stavar helst frá ovveiðu seinnu árini saman við eini minking í tilgongdini seinastu tíggju árini.
Talvan niðanfyri vísir ICES tilmælini um mest loyvdu veiðu fyri makrel, svartkjaft og norðhavssild í 2026 og broytingarnar frá 2025 til 2026.
| Tilmælið | Tilmælið | Broyting |
---|---|---|---|
Makrelur | 174.357 | 576.958 | -70 % |
Svartkjaftur | 851.344 | 1.447.054 | -41 % |
Norðhavssild | 533.914 | 401.794 | 33 % |
Tað skrivar hav.fo.
LES ALT TILMÆLIÐ HER ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2026 - Havstovan