Í vikuni setti Vinnuháskúlin aftur seglini eftir summarsteðgin
Í vikuni setti Vinnuháskúlin aftur seglini eftir summarsteðgin. Vinnuháskúlin tekur lesandi inn tvær ferðir um árið. Hesaferð mynstraðu 18 skipsførarar, 24 maskinmeistarar, 16 skiparar og aspirantar á Vinnuháskúlan. Tað eru umleið 200 lesandi á skúlanum.
Vinnuháskúlin arbeiðir miðvíst við at menna seg. Visiónin hjá skúlanum er, at útbúgva maritimar leiðarar í heimsklassa.
Eitt nú kann vísast á aspirantskipana, sum miðvíst verður ment. Vinnuháskúlin hevur seinasta árið fingið starvsvenjingaravtalu í lag við danska tangaskipareiðaríið TORM A/S.
Við hesi reiðaríavtaluni eru samstarvsfelagarnir: P/F Thor, Smyril Line, Bakkafrost, Skansi, Vørn, Havstovan, SEV, MEST, KSS, KJ-Hydraulik, Standferðslan og TORM.
Ein afturvendandi siðvenja á Vinnuháskúlin er, at fara ein túr við Westward Ho við nýggjum lesandi.