Í vikuni hava fleiri skip landa svartkjaft
Finnur Fríði 1800 tons av svartkjafti.
Quantus 1600 tons av svartkjafti.
Borgarin 2400 tons av svartkjafti.
Gunnar Langva 1900 tons av svartkjafti.
Harald Johan 1600 tons av svartkjafti.
portal.fo hevur samskift við nakrar av skiparunum á uppsjóvarskipunum, og allir eru á sama málið í løtuni, og siga at í løtuni er ikki sami rokfiskiskapur, sum hevur verið fyrr í ár.
Væntandi tekur fiskiskapurin eftir svartkjafti seg verðuliga upp, tá ið vit koma inn í apríl mánaða.