Til rækjufiskiskap við fýra trolum í senn
ECOFIVE FISKAR VIÐ FÝRA RÆKJUTROLUM FRÁ VÓNINI
Nógv eygu í fiskivinnuni eru vend móti norska nýbygninginum Ecofive, sum er ímynd av nýhugsan í fiskivinnuni og longu hevur vunnið virðislønir. Í summar fer trolarin til rækjufiskiskap við útgerð frá Vónini.
Signalvirðið í sjálvum navninum á skipinum er greitt. Ecofive. Ein stytting fyri Eco-Friendly Fishing Vessel. 72 metrar langa skipið verður av mongum mett at vera ein ímynd av nýhugsan, bæði tá talan er um handfaring av fiski og atliti til umhvørvi. Í fjør vann Ecofive norska Innovatiónsprísin, har grundgevingin var slóðbrótandi tøknin, sum verður brúkt.
– Ecofive er ein visjón, sum nú gerst veruleiki. Ein visjón um at fiska meira burðardygt við at minka um orkunýtsluna, varðveita góðskuna á fiskinum og hartil gagnnýta fiskin 100 prosent, segði reiðarin Tore Roaldsnes, tá hann í august í fjør tók ímóti Innovatiónsprísinum vegna reiðaríið Bluewild.
Fiskurin kemur ongantíð á troldekkið, hann verður førdur livandi úr sjónum inn í vatntangar undir vatnskorpuni, haðani hann síðani verður førdur inn á verksmiðjuna og virkaður í einum jøvnum streymi. Málið er at betra um góðskuna á hvørjum einstøkum fiski, sum tí ikki skal kroystast í tungum trolposum á dekkinum. Og so er skipið bygt til at vera so orkusparandi sum tilber, eitt nú við hybrid tøkni, battarískipanum, serligum sniði á skrokkinum og tveimum skrúvum.
LES ALT HER Fiskar við fýra rækjutrolum - Vónin (vonin.com)