Í næstu viku fellur avgerðin um samstarvið við Russarar
Nú verður tað loksins, at vit fáa eina avgerð um okkara framtíðar samstarv við Russarar.
Landsstýrið hevur ligið á málinum síðani samgongan kom í eygað fyri einum góðum ári síðani, men avgerðin hevur drigið út.
Men nú er viðgerðin í Landsstýrinum liðug og málið verður lagt fyri Uttanlandsnevndina hjá Løgtinginum.
Uttanlandsnevndin er kallað saman til fundar 7. novembur, tað er týsdagin, at viðgera málið.