Í lyftingini, sum húsið nevndist, vóru kabúss og beinkir
Báturin við nærum loddrøttu stevnum sínum hevur røtur í víkingaskipinum. Hann hevur upp móti okkara døgum verið ímyndin av norðurnorska fiski- og flutningsfarinum.
Myndin sýnir norðurlandsbát av slagnum åttring o.u. 1900 til fiskiskap við Lofoten í Noregi. |Myndaogn: Nationalmuseet Danmark
Stóru norðurlandsbátarnir, serliga fembøring, høvdu flestir dekshús har afturi. Í lyftingini, sum húsið nevndist, vóru kabúss og beinkir. Har kundi manningin strekkja seg og fáa hitan.
Á víkingaskipinum var eisini lyfting. Hetta var kortini ikki hús, men hálvdekk. Høvdingurin og næstu menn hansara hildu vanliga til afturi í lyftingini.
Minsti norðurlandsbáturin, færing, er ætlaður einum ella tveimum monnum. Åttring og fembøring eru ætlaðir ávikavist fimm-seks og seks-sjey monnum, verður sagt.
Greina av Óli Olsen, rithøvundi