Í Grønlandi er stór ósemja um náhvalaveiðu
Í eini sølumiðstøð við bátahylin í býarpartinum Nuussuaq í Nuuk, gongur ein maður og leitar eftir vøru. Hann steðgar á, og klagar um at vøra altíð manglar í hesum handlinum. Tað er rættiliga týðiligur munur á hesum handlinum og øðrum handlum hjá handilsketuni, Pissifik, í miðbýnum og aðrastaðni í Nuuk.
Í einari av boksunum í handlinum hanga tung lás. Maturin í hesari boksini, sum sambært einari hvítari A4-síðu er full av grønlendskum delikatessum, ber ikki til at fáa uttan at biðja ein av handilsatstøðingunum um hjálp. Í boksini er, umframt aðrar grønlendskar matvørur, vakumpakkaðir lítlir pakkar við spiki frá náhvalum. Hettar er mattak.
Mattak er nýtt spik við hvølju, sum kann skerast burturúr ymiskum hvali, men ofta náhvali ella hvítari styrju. Smakkurin er ikki serliga sterkur og mattak verður ofta serverað við soya sós ella Aromat. Men konsistensurin av hvøljuni og seiða spikinum er óvanligur, og tað tekur eina løtu at tyggja gloypubitan. Mentanarliga er maturin á støði við skerpikjøt, turra grind og spik, ella ræstan mat. (Ein kona, sum vit búðu hjá í Suðurgrønlandi, segði smílandi, men í álvara: “Eg hevði ikki kunna livað uttan Mattak”.)
Mattak verður, eins og turr grind og spik, etin til konfirmatiónir og serlig høvi. Tí er hendan slammiskan vorðin ein av dýrastu vørunum í landinum, ein av týdningarmestu inntøkunum hjá veiðusamfeløgum í Eysturgrønlandi, men ein stór hóttan ímóti náhvalinum. Grønlendska havrannsóknarstovan hevur rópað varskó – hon vil hava kvotuna í Eysturgrønlandi minkaða niður í onki. Higartil hava politikarar biðið um eina nýggja teljing av stovninum, samstundis sum veiðimenn sleppa at halda fram við yrkinum, tó við einari minni kvotu. Semja tykist ómøgulig ímillum tey lærdu í Nuuk og fjarskotnu bygdirnar á eystursíðuni.
Einhyrnahvalurin kann hvørva
Náhvalur er ein rættiliga ikoniskur hvalur. Hann er kendur fyri stóru vígtonnina – ella spjótið – sum stendur fram úr kúluni á hvalinum, beint omanfyri munnin á miðalstóra tannhvalinum. Liturin á honum kann vera.............LES ALLA GREININA HER https://www.dimma.fo/grein/veida-eftir-einhyrninginum-i-havinum-i-gronlandi