Í gjárkvøldið broyttist myndin á Skála
Stórhúsið mátti lúta fyri
Stórhúsið sum upprunaliga var bygt sum fiskahús í 1924 hevði blivi 100 ár næsta ár.
Í gjárkvøldið var bygningurin javnaður við jørðina.
Ikki serliga stórt hús í dag, men Stórhúsið var ein stórur handilsbigningur í 1924.
Tað skrivar Eilif Jógvansson á sínum facebook-vanga. Tað er eisini Eilif sum eigur myndirnar. Fleiri myndir eru á hansara vanga, frá niðurtøkuni.