Í dag eru liðin 40 ár síðan Heldarstindur fekk eina sinnopsgassbumbu í trolið
Tað var hósmorgunin 22. mars í 1984 at Heldarstindur fekk eina sinnopsgasbombu í trolið, teir høvdu roynt hetta áður at fáa ymiskar lutir í trolið, og eisini ymisk sløg av bumbum sum vóru søktar í Eystursjógvin eftir seinna heimsbardaga. Allir hesir lutir blivu sleptir út aftur.
Men henda bumban var ørvísið enn hinar, hetta var ein sinnopsgasbumba, og tá hon var komin inn á dekkið sást ein veska seyra úr henni. Mennirnir kendu ikki vandan teir stóðu í mitt á dekkinum, eftir stuttari tíð hevði gassið flutt seg runt alt skipið, og tað gekk ikki long tíð til øll manningin misti sjónina og mátti senda út neyðarkall.
Heldarstindur var tá staddur 60 fjórðingar vestur Lipaya í Russlandi.
Vanliga bleiv ikki fiska um náttina, tí tá fekst lítil og eingin fiskur, hendan morgunin bleiv skotið av klokkan 6:00 um morgunin og klokkan 08:30 bleiv hála, og sinnopsgasbumban kom inn á dekkið, fiskurin bleiv reinsaður sum vanligt, men longu klokkan 12 um dagin, blivu tríggir mans fluttir av skipinum við tyrlu inn á sjúkrahús á svensku oynni Gotland.
Tá kendu hesir tríggir so sterkan sviða, at tað kendist sum alt brendist, bæði á húðini og innvortis, og teir byrjaðu at fáa kvalma og spýðu. Tá høvdu teir eisini mist sjónina.
Á midnátt tann 22. mars, fingu teir 4 seinastu – skiparin, stýrimaðurin, meistarin og ein dekkari – somu symptomir sum hinir tríggir fyrru, og máttu tískil eisini takast av skipinum við tyrlu, og Heldarstindur bleiv sleipaður mannleysur til Rønne á Bornholm.
Hendan tekstin eigur heimasíðan www.vagaskip.fo LES TAÐ SERA NÁGREINILIGU GREININA OG HYGG AT ØLLUM MYNDUNUM HER Heldarstindur VA36 | vagaskip.dk
Myndina omanfyri eigur vagaskip.fo
Nakrar blaðgreinar frá 1984 kunnu lesast niðanfyri