Í dag, 11. desembur, eru tað 80 ár síðani at abbi -Johan í Hoyvík- kom úr Esbjerg til Havnar við skipi sínum Hoyvík E 294

Tóra Egilsdóttir skrivar

 

Í dag, 11. desembur, eru tað 80 ár síðani at abbi -Johan í Hoyvík- kom úr Esbjerg til Havnar við skipi sínum Hoyvík E 294.

Hetta var einasta skip, sum kom úr Danmark til Føroyar undir seinna heimsbardaga, meðan londini bæði vóru hertikin.

Við henda serstaka túrin í 1943 vóru:

Johan Simonsen (Johan í Hoyvík), úr Hoyvík, skipari, 39 ár

Virgar Frýdal, av Velbastað, bestimaður/motorpassari, 26 ár

Leivur Jacobsen, úr Mykinesi, 26 ár

Schønfeldt Wang, av Glyvrum, 37 ár

Túrurin hjá teimum byrjaði 8. desembur 1943, tá teir fingu loyvi at fara út frá Esbjerg at fiska, sum teir so mangan høvdu fingið hesa tíðina.

Á veg út vóru teir tó steðgaðir av týskarum, og tiknir inn aftur at vera kannaðir. Danska politiið hevði fingið at vita, at sabotørar vóru umborð. Menn og skip blivu kannað, men har var einki at finna, so teir sluppu út aftur seinni sama dag.

Teir valdu at halda fast í ætlanini um at rýma til Føroya henda sama túrin. Allan túrin til Føroyar var tað av allar fagrasta veðri.

Teir sigldu fyrst vestur í móti Skotlandi. Komnir nakað út fyri Fraserburgh fóru teir norðureftir. Teir sigldu eystanfyri Orknoyggjar, fóru vestur gjøgnum Holið, norður við Hetlandi og sigldu norður í móti Suðuroyðni. Komnir inn í móti Suðuroyabanka, sóðu teir eina føroyska slupp, so teir dugdu at rokna út, at tað mundi vera trygt at sigla norður á Havnina eystanfyri. Tá dagurin 11. desembur var blivin ljósur komu teir so inn á Havnina.

Har tók, sum vera man, bretska hervaldið, við katptein Huston á odda, í móti teimum. Bretar høvdu illgruna um at teir njósnaðu fyri týskarar. Huston sá tó skjótt, at mennirnir vóru Føroyingar og kendir í Føroyum, so hann lat teir sleppa heim.

Telefonboð komu frá Jóannesi Dalsgaard í Hoydølum heim til langommu og langabba í Hoyvík, har omma tá búði saman við teirra 4 børnum. Soleiðis frættu tey, at maðurin, sonurin og pápin var komin heim. Ongin hevði frætt nakað frá abba meðan hann hevði verið burtur tey seinastu 4 árini. Omma var skjót oman til Havnar við børnunum at taka í móti teimum.

Seinni fekk abbi flaggað skipið inn undir føroyskt flagg, og teir fingu loyvi at fiska í Íslandi og at selja í Skotlandi.

Afturat hesu somu manning, var eisini John Simonsen, abbabeiggi, við fyrsta túrin til Íslands at fiska og niður til Aberdeen at selja.

Komnir til Aberdeen vóru teir aftur tiknir av bretska hervaldinum. Teir vóru sendir til London til avhoyringar fyri hendan túrin úr Esbjerg til Havnar nakrar mánaðir frammanundan. Teir vóru í London í nakrar vikur, meðan John, abbabeiggi var eftir í Aberdeen og passaði skipið.

Tað skrivar Tóra Egilsdóttir á sínum facebook-vanga. Tað er eisini har myndirnar liggja.

PS: Hon endar greinina soleiðis - 

Kilde: Samtale med Johan Simonsen i Útvarp Føroya 1987 og far Egil Simonsen.

Virgar Frýdal fortæller blandt andet også om denne tur i en interessant samtale i DR i 1989 i programmet "Da verden gik i stykker".