Í ár koma tveir nýggir frystitrolarar
Einki verður sagt um bygging á Tvøroyri í tíðindaskrivinum hjá Varðanum um úrslitið í 2025.
Einki verður sagt um bygging á Tvøroyri í tíðindaskrivinum hjá Varðanum um úrslitið í 2025.
Yvirskiftin er, at Varðin hevði eitt gott ár í 2025.
Úrslitið eftir skatt var 231 milliónir krónur.
Tað var 119 milliónir í 2024.
Í 2025 vóru goldnar 132,5 milliónir krónur í tilfeingisgjøldum og skatti, sigur Varðin.
Seinastu fimm árini hevur Varðin goldið góðar 612 milliónir krónur í tilfeingisgjøldum og skatti.
Skipini hjá felagnum landaðu fyri 634 mió. kr., sum eru 46 mió. kr. meira enn í 2024.
Og tað, hóast nøgdin var minni í 2025.
Íløgur
Um íløgur sigur Varðin, at eingin skip komu í 2025.
Men í ár koma tveir nýggir frystitrolarar.
Tað verður í august og september.
Fyrri parturin við 24 leiguíbúðum í Norðragøtu verður liðugur í hesyt.
Seinni parturin verður liðugur tíðliga í 2027.
Hetta eru íløgur fyri 426 mió. kr.
Tað skrivar Høgni Djurhuus á kvf.fo

