Hygg her at nøkurum einastandadi fuglamyndum
Hóast tað hevur verið kalt halda flytifuglarnir á at koma. Í vikuni havi eg fingið høvið at avmynda ymisk sløg.
Erla kongsdóttir steðgar ofta á ávegis til Ìslands og eg taldi eini 10 á Viðareiði. Har vóru eisini á leið 120 láir.
Í Haraldsundi lá ein lundi í vetrarbúna. Tað er ikki so ofta vit síggja hendan búnan uttan so at vit fara við báti til havs.
Tjaldursgrælingarnir eru við at koma í vakra summarbúnan, so næstu vikurnar er gott høvi at eygleiða henda vakra fugl, áðrenn hann flytir norður til búplássini fyri norðan.
Eisini eru fleiri hiplingar, fjallígður og kolentur at síggja í løtuni.
Niðanfyri síggjast nakrar myndir, sum eg havi tikið seinastu dagarnar. Eisini havi eg viðmerk ymiskt.
Tað skrivar Silas Olofson á facebooh-vanganum Fuglar í Føroyum - tryst her https://www.facebook.com/groups/280271692124370/?hoisted_section_header_type=recently_seen&multi_permalinks=2518830994935084