Hvussu sær tín arbeiðsdagur út
GERANDISDAGURIN – Les um Mark Ariya Bech, sum hevur starvast í framleiðsludeildini síðani 2012.
Vit hava prátað við Mark Ariya, sum greiður frá sínum gerandisdegi í posapakk.
Hvussu sær tín arbeiðsdagur út?
Vit møta til arbeiðis eitt sindur áðrenn kl. 08.00, har vit gera okkum klár, millum annað við at fara í arbeiðsklæðir og hárnet.
Síðani gera vit pakkimaskinurnar klárar. Samanlagt eru tað 9 pakkimaskinur á virkinum, ein fordeilari (maskina sum deilir fiskarnir í 3 ymiskar banar – ABC) og ein metal-detektor.
Tá bátur kemur og virkið skal gerast klárt til framleiðslu, so møta vit í posapakk eitt sindur fyrr, soleiðis at alt er klárt, tá ið framleiðslan byrjar.
Um maskinurnar eru vaskaðar dagin fyri, so verða tær royndarkoyrdar áðrenn, soleiðis at vit tryggja okkum, at alt er í lagi. Eftir tað, so bíða vit til fiskurin kemur.
Tá maskinurnar koyra, so ansa vit eftir, at alt er sum tað skal vera, soleiðis at fiskurin frá framleiðsluni sleppur inn til frystarin.
Hvussu longi hevur tú starvast hjá Varðanum Pelagic?
Eg havi arbeitt hjá Varðanum Pelagic, síðan virkið byrjaði í 2012.
Eg flutti til Føroyar, tá ið eg var 12-13 ár, og í dag eiga eg og kona mín hús her á Tvøroyri.
Vit arbeiða bæði hjá Varðanum Pelagic.
Hvat ger, at tú trívist í tínum arbeiði?
Tað er, at man hevur góð starvsfólk og alt gongur væl.
Fyrr vóru 4 starvsfólk inni í posapakk, í dag eru vit 3, tí maskinurnar eru so effektivar.
Eg trívist ordiliga væl hjá Varðanum Pelagic, og vit í posapakk eru eitt sera gott team