Hvør kannar sær “vælferðina”?
Tá talan er um rættindi hjá fiskimonnum og verkafólki í okkara samfelag, er tað tíverri illa statt á fleiri økjum. Tann sokallaða vælferðin røkkur ikki til allar bólkar og kann tykjast ístaðin at vera eyðmerkt til einans tey “systemrøttu”, hvørji tey so enn eru.
Tað er sjálvandi ikki rímiligt at pástanda at øll sum hava alment starv eru tryggjað í høvd og reyv; tí tað passar als ikki fyri eitt nú vaskifólk og onnur ið mugu gera tað nógva av øllum fótarbeiðinum inann tað almenna, og tey eru ikki so fá. Men tá tað er sagt, so kann tað heldur ikki vera rætt at so mong av teimum ið hava alment starv — og tey eru vorðin alt ov mong — skulu virka sum ein púra priviligeraður samfelagsbólkur.
Hvørja eftirløn hevur ikki ein funktionerur samanborið við fiskimenn og verkafólk? Um vit síggja burtur frá teimum lutfalsliga fáu sum sigla við teimum bestu uppsjóvarskipunum og frystitrolarunum, so er hýran hjá teimum allar flestu lítið at reypa av, og enn minni eftirlønin.
Tað er at bara spyrja ein banka hvør ið verður mettur sum tryggasti lántakari — fiskimaðurin og verkafólkið sum mugu liva undir konkurslóg og øðrum ótryggleika (les: vanligum treytum á arbeiðsmarknaðinum), ella tann fastlønti funktionerurin hjá tí almenna ið hvørki kennir til konkurslóg ella má finna seg í vanligum ótryggleika á nøkrum arbeiðsmarknaði og harafturat er tryggjaður feita eftirløn, sjúkratrygging og hvørt av sínum.
At tosa um prosentstig í sambandi við eftirløn gevur also ikki meining uttan at tað stendur greitt hvat talan er um í krónum og oyrum. Mong fáa bert tað lógarásetta minstamarkið upp á 6% í eftirløn, og t.d. fáa limir í Føroya Arbeiðarafelag 11%, men hetta verður ikki nógv í eftirløn tá sjálv lønin ikki er høg. Hinvegin fáa munandi betur lønt innan tað almenna eina væl polstraða eftirløn upp á eini 18%, ja í summum førum meira enn 20%.
Tað tykist viðhvørt sum at hesi sera vælbjargaðu halda seg hava krav upp á skattakrónur landsins, og tað kemur so løgið tað ljóðar ofta til úttrykk gjøgnum slagorð um ójavna í samfelagnum og eisini gjøgnum illvild móti teimum sum hava tjent væl í fiskivinnuni. Tey tosa ofta um tey minni mentu, men ivasamt er hvussu solidarisk tey í veruleikanum kenna seg móti teimum ið tjena minni.
Mong teirra eru partur av einari mentan sum hevur yvirtikið ein stóran part av tí føroyska samfelagnum. Ei undir í, tá vit umhugsa at Føroyar ídag hevur ein almennan yvirbygning sum er farin langt út um alt sømiligt mark. Tey sum hesin yvirbygningurin umfatar — also ikki “fótfólkið” men tey meira vælbjargaðu — eru nú so fjølment at tey eru vorðin ein politiskur maktfaktorur sum er vaksin upp í slokk. Politikarar tora illa at gera annað enn at royna at hava hesi við sær í so stóran mun sum møguligt.
Soleiðis hevur tað verið í mong Harrans ár; men hvussu leingi kann tað halda fram? Hvussu leingi klára tey sum bera tí nógva á sínum herðum at liva av einari realløn sum bara minkar meðan tey sum eru hektað til í systeminum fáa bara størri og størri ágóða av skattapengunum?
ĺ hesum bygnaði er eisini okkara Kringvarp ein grundleggjandi táttur — fyri ikki at siga ein systemiskt integreraður partur av somu mentan sum tykist meta seg at eiga sjálvsagdan framíhjárætt til skattapengar fólksins. Varpið skal framvegis eitast at vera óheft, men vísir seg ikki upp á nakran máta longur at vera ført fyri at seta spurning við tílík viðurskifti, tíverri.