Hvør er "Ársins føroyski partrolari 2022 ella 2023" - fyri góða trygd
Sum víst í grein fyrr í morgun hevur Sjóvinnustýrið kosið ársins skip í FAS skipanini í 2023.
Vit kunnu nevna tað her, at vinnarin í FAS skipanini gjørdist SVITZER HYMER hjá Svitzer Faroe Islands, sum eisini var vinnarin í 2022.
Vit spyrja - hvar er t.d "Ársins føroyski partrolari 2022 ella 2023" - fyri góð trygd?
Ikki tí vit halda at nakað er galið við trygdini, men hví ikki somu "kapping" fyri føroyska flotan.
Hví er hevur Sjóvinnustýrið ongin "kapping" ímillum føroysk fiskiskip, eins og í FAS skipanini?
Her kanst tú lesa í kanningini hjá Sjóvinnustýrinum frá Apríl 2023, um trygdina umborð á partrolarunum.
Kanningin eitur
"Kanning av trygdarviðurskiftum umborð á føroyskum partrolarum 19. apríl 2023"
TRÝST HER Trygd um borð á føroyskum partrolarnum (fma.fo)
Sjóvinnustýrið sigur, at endamálið við átakinum "Ársins skip" í FAS skipanini er at birta uppundir, at skip undir føroyskum flaggi verða rikin væl og trygt.
Vit spyrja, nær er tíðin komin at seta somu "kapping" í verk fyri føroysk fiskiskip.