Hvítanes inni í Bay Robert’s at bunkra og proviantera

Fóru útaftur í gjár

Teri hava fiska svartkalva og nú var kvotan uppi. Hon var 188 tons. 

Nú teir fóru útaftur fara teir at royna eftir kongafiski, har er kvotan 100 tons. Eftir tað liggur leiðin aftur til Føroyar.

Skipari hendan túrin er Hallur Laksafoss og stýrimaður er Eivind Sørensen.

Myndina eigur Martin Andreasen.