Hvítanes aftur til Føroyar
Fólk frá reiðaríinum, Thor í Hósvík, eru í hesum døgum í býnum Bay Roberts í Newfoundlandi, har teir skulu meta um standin á "gamla" Hvítanes, sum nú eitur INUKSUK I.
Vit hava frætt, at ætlanin er at skifta trolaran Kappin VN 668 út við INUKSUK I.
Kappin var bygdur á Narasaki Zosen K.K. Yard í 1973.
Sum skilst so er "gamla" Hvítanes, sum nú eitur INUKSUK I í góðum standi.
Nærri kanningar skulu gerast áðrenn støða verður tikin til eitt møguligt keyp.
Tað eru bara uml. 3 vikur síðan INUKSUK I var til fiskiskap. Seinasti túrurin var roynt eftir svartkalva, men teir hava eisini roynt eftir rækjum.
Helst endar Hvítanes aftur í Føroyum.
Myndina eigur Martin Andreasen.