Hví kemur tað altíð óvæntað á fiskifrøðingarnar?

Ein fiskifrøðingur tosaði á breddanum (20 min. 50 sek. inni), sum visti hann alt um, hvar toskurin ferðast, og ICES mælir til at steðga við allari veiði eftir toski.

Tað tykist mær og fleiri øðrum løgið, tá sami persónur tók so dyggiliga feil um toskin á Føroyabanka í 2019 og 2020. Tað sama hendi í 1994, tá kom eisini 5 ára gamal og eldri toskur inn á føroysku grunnarnar, uttan at fiskifrøðingar nakrantíð eru komnir við eini frágreiðing um, hvar toskurin kom frá. Tað er løgið, at fiskimenn altíð eru fleiri ár framman fyri fiskifrøðingarnar á Havstovuni.

https://www.hav.fo/PDF/Ritgerdir/2019/Sjovarmal2019.pdf

https://www.hav.fo/PDF/Ritgerdir/2020/Sjovarmal2020.pdf

Havstovan er ikki ein granskingarstovnur longur, men ein friðingarstovnur.

Í yvirlitinum um troling á Føroyabanka á várið 2020 kom tað eisini heilt óvæntað á fiskifrøðingarnar, at tað mest var stórur toskur, sum Magnus Heinason hevði fingið seinastu 15 árini. sæst her

Magnus landaði 12 tons av toski, harav 8.550 kg vórðu seld í gjøgnum uppboðssøluna. Av tí var 50% toskur 1, 45% toskur 2, bert 4% toskur 3 og 1% toskur 4.

Her var sera lítið av smáum toski, so eg veit ikki hví, teir skrivaðu, tað var toskur av øllum støddum tá.

Eyðun Hansen
Vestmanna
19 03 202