Hví fiska vit?

skrivar Thormund Johannesen

 

Væl ikki fyri at røkja stovnarnar, tí so kunnu vit tað sama lata vera!

Nei, vit fiska fyri at tjena pengar, sum eitt íkast í okkara búskap.

Men hví er so ikki loyvt at fiska effektivt á føroyaleiðini, til dømis við tveimum trolum ella við teim skipum og tí motoreffekt, sum reiðarar halda geva best lønsemi?

Tí so ganga vit stovnunum ov nær, vil onkur halda. Men tað er ein stór misskiljing. Effektivitetur niðurfiskar ongar stovnar, tað ger harafturímóti mongdin, sum fiskað verður, um hon er ov stór, og tí er tað hon, sum skal avmarkast, og ikki effektiviteturin.

Tað gevur ikki meining at verja fiskastovnarnar við effektivitetsavmarkingum, tí so fiska vit ikki nóg lønsamt og ikki fyri at tjena pengar, men fyri at røkja stovnarnar, og tá kunnu vit, sum sagt, tað sama lata vera.

Tað er gott, at tað nú er gingið upp fyri fleiri reiðarum, at fiskidagaskipanin kann ikki brúkast í einum blandingsfiskaríi undir Føroyum.

Tað verður lagt eftir tí dýrasta fiskaslagnum, toski, við tí úrsliti, at nógv av tí hýsu og upsa, sum kundi verið fiskað, svimur eftir, tá ið dagarnir eru uppi. Og síðani verða dagarnir aftur skornir, tí ov nógvur toskur er fiskaður, og ónda ringrásin heldur fram.

Nei, nú man tíðin vera komin, til at sleppa okkum av við darvandi fiskidagaskipanina.

v/Thormund Johannesen