Hvat er komið burturúr fiskivinnuroyndum?

Styttri framløgur, sum hava sítt støði í verkætlanum, sum fiskivinnuroyndir hava stuðlað

Aftur í ár verður skipað fyri framløgudegi um fiskivinnuroyndir, har greitt verður frá verkætlanum, og hvat er komið burturúr.

Framløgudagurin verður á Hotel Føroyum, fríggjadagin 15. mars 2024, og byrjar við kaffi og onkrum undir tonnina kl. 09.30. Stundisliga kl. 10.00 fer Dennis Holm, landsstýrismaður, at bjóða vælkomin.

Síðan verður greitt stutt frá fiskivinnuroyndum, og restina av degnum vera styttri framløgur, sum hava sítt støði í verkætlanum, sum fiskivinnuroyndir hava stuðlað.

Á middegi er ábit við ymiskum fiskarættum.

Tiltakið er mest ætlað fólki við áhuga fyri økinum, íroknað fólk frá umsitingini og vinnunevnd Løgtingsins.

Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er at melda seg til (ábit og kaffi), so vit frammanundan vita, hvussu nógv koma. Plássið er avmarkað, í mesta lagi 100 fólk kunnu luttaka.

Boðast skal frá luttøku í seinasta lagi týsdagin 12. mars 2024 klokkan 12:00 við at trýsta á hetta leinkið: FISKIVINNUROYNDIR 2024 - Framløgudagurin | Advent Management.

 

Við fyrivarni fyri onkrari broyting er hetta skráin:

09.30   Kaffi / skráseting

10.00   Dennis Holm, landsstýrismaður, bjóðar vælkomin

10.15   Símun Grønadal greiðir stutt frá fiskivinnuroyndum

10.20   Innvigingartøl til stovnsmetingar

10.40   Stovnsgull

11.00   Steðgur

11.15   Nebbasild og toskur á innaru leiðum

12.00   Døgurði

13.00   MSC-góðkenning, fleiri fiskasløg

13.20   Hangilínuskipan

13.40   Góðska á uppsjóvarfiski

14.05   Virking av svartkjafti

14.30   Liðugt