Hvat er El Niño, og hvat ger El Niño?
Hanus Kjølbro helt fyrilestur á Sjónámi í Klaksvík við heitinum El Niño saman við 84-ára gamla Osmundi Justinussen úr Leirvík. Yvir 100 fólk møttu, kanska 120, og tað gjørdi hølið heldur lítið. Men til bar. Nógvir av áhoyrarunum vóru eldri menn, ið hava siglt alt sítt lív, so tað var ein væl kvalificerað uppmøting, sum Hanus sjálvur orðar tað. Norðlýsið fekk orðið á hann eftir fyrilesturin at tosa um hæddarpunktini í áhugaverdu framløguni
Hanus greiðir soleiðis frá:
– ”Osmund hevur í nógv ár skrivað um eitt veðurfyribrigdi í Stillahavinum, ið eitur El Niño, og um hvussu tað ávirkar nógv onnur støð á jørðini, bæði hvat viðvíkir kulda, hita, regni, turki og øðrum, eisini fiskiskapin undir Føroyum. Tá sjógvurin verður heitur í Stillahavinum, so verður sjógvurin í Føroyum kaldur eitt til tvey ár seinni. Hetta ger til dømis, at tá fiskiskapurin hevur verið stillur í eina tíð, so sparkar El Niño hann í gongd aftur”, sigur Hanus Kjølbro. Hann heldur fram:
– ”Eg sjálvur greiddi frá, hvat El Niño er, meðan Osmund greiddi frá, hvat El Niño ger. El Niño er eitt....LES ALLA GREININA HER Hvat er El Niño, og hvat ger El Niño?