Hvast mark fyri endaleysar streymar av rokningum

Viðhvørt hoyrast røddir í tí almenna rúminum, frá politikarum og øðrum, ið rógva framundir at nú er trot á peningi til hetta og til hatta, og har má mín sann fiskivinnan kunna mjólkast eitt sindur afturat, fyri at bera tann meirkostnað talan verður um. Tílík úttalilsi koma gjarna úr heitari luft, og viðkomandi avsendararar hava kanska, kanska ikki, gjørt sær grundigar tankar um hvat tað veruliga er ið lagt verður upp til.

 

Vit kunnu sláa fast beinan vegin, at tað sum í fyrstu syftu, ber boð um at viðkomandi ikki hava gjørt sítt heimaarbeiði, er at tey hava als ikki brýggjað seg um ,at ráðføra seg við teir partar, ið varða av hesari vinnu, har ímillum, ikki minst, Føroya Fiskimannafelag.

 

Tað er sjálvandi ringt, at taka tílíkt í fullum álvara — og tað er somuleiðis ringt at ímynda sær at fólk sum úttala seg so lættsint um kostnaðir fyri onnur at bera, sjálv trúgva uppá at tað tey siga hevur festi í nøkrum veruligum. Men tað ber ikki heilt til at útiloka hesum heldur.

 

Eisini má tað sigast at vera rættiliga innbilskt, at vænta sær undirtøku frá fiskimonnum fyri, at hesir skulu verða royttir enn meira eftir teimum kørgu krónum teir vinna sær. Veruleikin er nevniliga tann, at alt ov nógvir fiskimenn tjena munandi minni, enn hvat ið fólk á landi duga at ímynda sær, eins og framgongur av tí stóra troti á manning sum ger seg galdandi í feskfiskaflotanum.

 

Men hvør veit. Kanska eru fólk sum úttala seg soleiðis um at senda rokningar frá tí almenna til fiskimenn at gjalda, fult greið yvir at hesir fiskimenn og teirra umboð í fakrørsluni hava ikki hug at átaka sær enn meiri kostnaðir vegna smartar nýggjar skipanir ella vaksandi veitingar ið nóg illa vilja koma fiskimonnum til góðar.

 

So hví úttala tey fólkini seg kortini soleiðis sum tey gera, um tey longu frammanundan eru væl vitandi um at tað tey siga ikki hevur undirtøku millum fiskimenn? Kann tað vera tí at tey kalt rokna við, at slík úttalilsir í tí almenna rúminum, so við og við fara at sannføra flest øll um at skallarnir á fiskimonnum mugu og skulu roytast enn meira, sektin á hvat fiskivinnan vil ella ikki vil?

 

Hesum møguleika kunnu vit heldur ikki bara útihýsa uttan víðari; men um tað veruliga er soleiðis, so er talan eisini um eina provokatión ímóti okkara limum. Ikki tí at vit fara at sita alment og lesa tebløð og tulka hvussu sovorðin úttalilsir eru meint ella ikki meint; men vit notera okkum teirra orð og gera sjálvsagt eisini okkara metingar av, hvat slag av útspæli talan er um.

 

Lat tað tí í hesum viðfangi verða sagt, og tað stutt og greitt: Føroya Fiskimannafelag fer ikki at ganga við til, at lata limir sínar, gjalda enn meira fyri tað endaloysi av ævintýrum, sum slipsamenn og onnur í tí politiska umhvørvinum og har rundanum droyma um at sjóseta — eingin ivi skal vera um at har seta vit eitt hvast mark.