Hvar fór fakfelagsandin og samhaldsfestið hjá fakfelagsformanninum?
Eg bleiv skakk, tá fakfelagsformaðurin hjá Skipara- og navigatørfelagnum úttalaði seg um at stytta arbeiðsvikuna við lóg, tí hann meinti, at hetta hoyrdi heima á samráðingarborðinum. Júst somu orð segði hann undan løgtingsvalinum. Tá lat eg ivan koma honum til góðar, tí hvussu kundi eitt fakfelagsfólk siga so? Hann eigur at vita, at vit eru eftirbátar samanborið við londini kring okkum. Eisini veit hann, at tað kostar nógv av lønarkarminum, um man skal samráða seg til at stytta arbeiðsvikuna. Harafturat eigur formaðurin at vita, at løntakarar í flestu fakfeløgum í Føroyum í verandi stund venda hvørjari einastu krónu, orsakað av inflatiónini. Tískil hava tey ikki ráð at sjálvi gjalda fyri at stytta arbeiðsvikuna…. Ella veit hann tað? Eg eri farin at ivast.
Sum fakfelagsfólk eri eg av teirri sannføring, at vit standa saman og lyfta í felag fyri at tryggja, at vælferðarsamfelagið heldur á at flyta seg!
Tosar fakfelagsformaðurin sak limanna?
Hesin fakfelagsformaðurin man allarhelst tosa fyri seg sjálvan og í mesta lagi nakrar fáar av limum sínum. Nevniliga teir limir, sum ikki hava merkt, hvussu inflatiónin hevur etið burtur av keypsorkuni. Harafturat segði sami formaður, at karmurin var methøgur. Tað kenni eg einki til! Um prosentini fyri lønarsamráðingarnar eru hægri, er hetta orsakað av inflatiónini. Tó so er keypsorkan ikki vorðin betri.
Samráðingarnar, sum hava verið, eru einki at reypa av, og teir løntakarar, sum hava samráðst beint áðrenn kríggið brast á, og inflatiónin tók dik á seg, hava havt ein ítøkiligan lønarniðurskurð.
Hvat við samhaldsfesti, fakfelagsrørslu og tað at lyfta saman?
Harra formaður, tá tú úttalar teg, er hetta vegna limir tínar, allar limir tínar!
Vita limir tínir, at tú ert av teirri meining, at teir sjálvir skulu rinda fyri styttri arbeiðsviku og av somu orsøk ikki fáa somu lønarhækking í sáttmálasamráðingunum? Eru limirnir kunnaðir um, at tú ikki ynskir at standa saman við hinum fakfeløgunum um eina styttri arbeiðsviku, ásett við lóg? Ella er tað so, at tú ikki ert fakfelagsfólk meira? At tú ikki stendur saman við øðrum fakfeløgum og ikki ert áhugaður í at lyfta saman, fyri at tryggja eitt javnt vælferðarsamfelag, sum støðugt er í menning, sum er eitt tað týdningarmiklasta við fakfelagsarbeiði?
Minst til, at flestu limir tínir hava makar og familjur, sum verða jaliga ávirkað í sínum gerandisdegi, tá vikan verður stytt. Man ikki eisini, at tað gleðir limir tínar?
Eg haldi, at formaðurin skal hugsa seg betur um, tá hann úttalar seg, og heldur úttala seg um, hvat hann kann gera fyri limir sínar, heldur enn at tosa niður týdningin av stytri arbeiðsviku við lóg!!!
Harra formaður, NEI! At stytta arbeiðsvikuna gagnar øllum løntakarum og familjum teirra.
Birita F. Kjærbæk, næstforkvinna í Starvsfelagnum