Hvar er heimildin?

Felagið metir ikki, at landsstýrismaðurin hevur heimild til at broyta útlutingina av svartkjafti

Fiskimálaráðið hevur sent til hoyringar ”Uppskot um broyting í kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir svartkjafti við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2024”. Freistin at svara er í dag.

Í sínum hoyringssvari skrivar Felagið Nótaskip, at tað metir ikki, at landsstýrismaðurin hevur heimild til at broyta útlutingina, so kvota verður tikin frá gomlu rættindahavarunum og latin øðrum.

Ein løgfrøðingur, sum hevur hugt at málinum fyri Nótaskip, kemur til somu niðurstøðu.

Hoyringssvarið er soljóðandi:

Í uppskotinum er ein sera prinsipiel broyting gjørd í mun til undanfarnar svartkjaftakunngerðir. Skipast skal ein felagskvota á 35.000 tons. Felagskvotan verður tikin frá teimum sjey skipunum í Felagnum Nótaskip og ídnaðarskipunum Borgaranum og Norðingi, meðan onki verður tikið frá vinnuligum royndum og verkætlanum og uppboðssølukvotunum.

Felagið Nótaskip vil staðiliga mæla frá, at henda broyting verður gjørd í útlutingini av svartkjaftakvotunum.

Felgið metir ikki, at landsstýrismaðurin hevur heimind til í kunngerð at fremja hesa broyting. Hon má gerast í lóg við at broyta Sjófeingislógina.

Í 2018 vórðu 34% av svartkjaftakvotuni tikin frá søguligu rættindahavarunum, sum eru skipini í Felagnum Nótaskip og Felagnum Ídnaðarskip, men tá vórðu loyvini gingin út, eftir at tey vórðu søgd upp í 2008.

Nú eru vit mitt í eini loyvistíð, og tí er støðan ein heilt onnur.

Í uppritinum hjá Fiskimálaráðnum verður sagt: ”Talan er sostatt um at býta heildarkvotuna av svartkjafti í 2024 øðrvísi. Broytingin ber í sær, at kvotan, ið skal býtast millum skipini, sum søguliga hava fiskað svartkjaft, er minni enn hon annars vildi verið”.

Í uppritinum verður als onki sagt um, hvat endamálið er við at skipa eina felagskvotu, og heldur ikki við hvørjari heimild hetta verður gjørt.

Tað er heilt óvanligt.

Felagið Nótaskip hevur biðið Niels Winther Poulsen, advokat, um at gera eina løgfrøðisliga meting av málinum.

Hann sigur í síni niðurstøðu: ”Niðurstøðan er sostatt, at tá býtið av svartkjaftakvotuni er so neyvt definerað í sjófeingislógini, meti eg ikki, at fiskimálaráðharrin hevur heimild í kunngerð at broyta hetta býtið, sum verður avleiðingin av ásetingini um felagskvotu.”

Verður ætlanin við felagskvotu kortini framd í verki, so ber tað í sær, at ein landsstýrismaður í fiskivinnumálið til eina og hvørja tíð kann flyta søgulig rættindi frá einum rættindahavara til ein annan.

Tá valdar anarki í fiskivinnuni, og ongin fer at kunna gera íløgur í nýggj skip.

Lánistovnar, sum fíggjað skip, hyggja fyrst og fremt eftir, hvørji rættindi eru sum trygd í lánstíðini, og kann ein ikki rokna søgulig rættindi sum trygg í loyvistíðini, so kann tað fara at verða truplari at fáa fígging til nýggj skip.

Eftir broytingarnar í Sjófeingislógini í 2020 trúði vinnan, at nú fór at verða friður tey næstu 12 árini. Vinnan fekk aftur álit á skipanina. Hetta sæst m.a aftur í, at fleiri byggisáttmálar um nýggj skip síðan eru gjørdir.

At kvotan er stór í ár, er heldur ikki ein grundgeving. Føroyska svartkjaftakvotan var 525.000 tons í 2006. Síðan minkaði hon tey næstu árini, og í 2011 var hon einans 9.642 tons. Tey seinastu 10 árini hevur kvotan verið á einum rímiliga høgum stigi.

Svartkjaftakvoturnar hava sveiggjað nógv frá ári til ár, og skipakvoturnar hava higartil sveiggja lutfallsliga við sama prosenti.

Eisini skulu vit vísa á, at verður ætlaða broytingin framd, so brýtur Fiskimálaráðið avtaluna, sum í 2009 varð gjørd um býtið av svartkjaftinum. Í 2005 samdust strandalondini um um eitt býti av svartkjaftastovninum, sum fekk gildi í 2006.

Eftir drúgvar samráðingar varð í 2009 avtala gjørd millum Fiskimálaráðið og uppisjóvarskipini í Felagnum Nótaskip og í Felagnum Ídnaðarskip um býti av føroysku kvotuni.

Svartkjaftakvotan hevur altíð verið lutað út eftir hesum leisti, eisini eftir broytingarnar í Sjófengislógini í  2018 og 2020.

Tí kann Fiskimálaráðið eftir okkara meting ikki einvíst broyta hesa avtalu, fyrr enn veiðiloyvini einaferð aftur ganga út.

Vísandi til omanfyri standandi vilja vit inniliga heita á landsstýrismannin um ikki at broyta útlutingina av svartkjaftakvotunum.

Felagið Nótaskip