Hvalbingar minnast teir 19 mennirnar sum fórust við sluppini General Gordon
Sunnudagin 25. februar eru júst 100 liðin, síðan sluppin General Gordon legði út frá Hvalba og ongantíð spurdist aftur. 19 mans fórust við sluppini, og av hesum vóru 11 mans úr Hvalba.
Í tí sambandi verður ein minningargudstænasta hildin í Hvalbiar kirkju, á 100-ára degnum, sunnudagin 25. Februar kl. 12.30.
Tað skrivar fólkakirkjan á heimasíðu sínari.
Undir gudstænastuni verða nøvnini á teimum, sum sjólótust við General Gordon lisin upp.
Ein grein, sum Óli Jacobsen hevur skrivað um hendingina verður lisin, og ein stutt andakt verður hildin.
Mansbólkurin úr Hvalba-Tvøroyri luttekur við sangi.
Óli Jacobsen skrivaði í 2009, tá tað vóir 85 ár síðan at General Gordon fórst
Eftir sita ikki minni enn 9 einkjur. Hvalbiar bygd hevur verið verst fyri, og tað nýtur so mikið fastari har, sum at sama bygdin fyri stuttari tíð hevur verið fyri tveimum stórum vanlukkum á sjónum. Fyrst hin herviliga skaðagrindin í Hvalba og síðan Helena, sum fórst á havinum í 1920.
Teir sum fórust vóru hesir:
· Poul Michelsen í Búð, skipari,
35 ár, Tvøroyri. Giftur, 3 børn
· Ewald Norðberg, 22 ár.
· Poul Johannes Ludvig, 19 ár.
· Poul Jespersen, 45 ár. Giftur. 9 børn sótu eftir. 10. barnið var sonur hansara
· Jógvan Sofus Jespersen, 19 ár, sum fórst saman við honum.
· Jákup Eliesar Herluf Axelvold, 16 ár.
· Jóan Jákup Frederik Poulsen, 35 ár. Giftur, 9 børn
· Dánjal Jákup Jensen, 36 ár. Giftur, 3 børn
· Niels Petur Poulsen, 29 ár. Giftur, 2 børn.
· Meinhard Ludvig, 17 ár.
· Jens Ludvig, 25 ár, beiggi Meinhard. Giftur, 1 barn
· Niels Jákup Michelsen, 27 ár.
Hesir vóru allir úr Hvalba.
· Johan Klæmint Karl Christiansen, 18 ár, Tvøroyri.
· Gunnar Frederik Dalbert Vang, 18 ár.
· Mortan Leo Petersen, 19 ár.
· Jákup Mathias Jacobsen, 20 ár.
Hesir tríggir vóru úr Froðba.
· Emil Frederik Martin Heinesen, bestimaður, 24 ár, Sunnba.
· Símun Johan Vang, kokkur, 32 ár. Giftur, 1 barn, Fámjin
· Óli Petersen, 42 ár, Skálavík.