Tað er sum at seta seg undir Myllufossin í Sílánni við einum eyskari og ætla at oysa ánna tóma.
Mangir tankar troka seg fram í hugan, nú stórar broytingar og útbyggingar eru í umbúna her á plássinum. Líka síðani fyrsti bygningurin tók skap inni við Tvøráoyruna, sum seinni hevur givið plássinum navnið Tvøroyri, so eru broytingar og inntriv í nátúruna farin fram – tann fyrsta trøðin, tann fyrsta brúgvin, tann fyrsti køsturin og búsetingarnar. Neytini og seyðurin fluttu niðaneftir og úteftir út um nýlaðaðar garðar – framstig!
So komu fleiri reiðaravirki og stórt tal av skipum, fleiri brýr stungu seg út frá fjøruni, laðað varð fram við fjøruni, fylt upp og slættað, og fiskapláss vórðu steinsett. Eitt stórt tal av pakkhúsum vórðu reist, og fiskaarbeiði tók seg upp av álvara. Unga fólkið úr øllum landinum tusti til, og tann nýggja búsetingin vaks skjótt – framstig!
Nýggj kirkja, nýggjar krambúðir av øllum handa slag, skúli við framhaldsskúla, tann fyrsti uttan fyri Tórshavn, nýtt havnalag sum tað fyrsta í landinum og nýggj sløg av virkjum, og ein rættiligur býur var komin upp á minni enn ein mansaldur og við honum nýggjar mentanir, samstundis sum politiska landslagið broyttist, og fakfeløgini vórðu stovnað – framstig!
Hetta gjørdist saman við grannabygdini, Vági, krumtapppurin í føroyska búskapinum í áratíggjunum báðumegin aldarskiftið 1800 til 1900 – framstig!
Og so kom heimskreppan og ófriðarligar tíðir, og alt broyttist, eisini ognarviðurskiftini í ymsu virkjunum, har nøkur fóru í søguna – framstig?
Aftan á seinna heimsbardaga begynnti tann nýggja tíðin so skapuliga at vísa sítt andlit. Alt tað gamla skuldi víkja fyri nýggju ídnaðargerðingini av fiskaarbeiðinum og eisini øðrum vinnum.
Flakavirkið hjá NJM varð sett á stovn í gamla “Marinens Kuldepot”, og ísframleiðsla og frystigoymsla var í gamla Ísvirkisbygninginum. Nógvur útróður var serliga um vetrarnar, og NJM framleiddi fyrsta floks dygdarvøru til enska og amerikanska marknaðin, men karmarnir vóru trongir og ótíðarhóskandi, so ætlanin var at byggja nýtt virki.
So fór býráðið í gongd: útfyllast mátti fyri nýggjum virki, og AT-brúgvin ella Mortensensbrúgv, sum hon eisini æt, mátti lúta, og somuleiðis tey gomlu nátthúsini og neystini – nátthúsini, har tú setti teg inn í klivarnar, og alt undan tær fór beinleiðis til sjós.
Upprunaliga ætlanin varð av ongum, og eftir nøkur ár, so fóru fakfeløgini saman við býráðnum at fyrireika eitt nýtt virki – framstig!
Omanfyri stóðu størstu træpakkhúsini í landinum og gamlakrambúð. Eigararnir høvdu ætlanir um ein nýmótans timburhandil og byggimarknað, og so var alt ruddað burt, og nýtt bygt. Gamla krambúð, krambagarðurin og tann vakra laðaða grundin við jarnrimunum fyri vindeyguni, har brennivínið var goymt fyri 1907, varð niðurtikin, og stórviðurin varð brúktur til neyst og annað ymsastaðni. Í dag er hetta ein betongfløta at goyma timbur á – eingi mótmæli - framstig!
Í sildatíðini um heystarnar og út á veturin vóru sildatunnur allastaðni á havnalagnum og uttanum. Stakkarnir í løgum á fimm-seks tunnur á hædd var heilt vanligt, og spiltar tunnur vóðu bara stoyttar á sjógv. Sama var við øllum slógvi frá fiskavirkingini. Tað varð lastað í lastbilar og stoytt útav úti á Urðingarhálsi oman fyri Ásdal. Seinni árini stóð slógv í dagavís í køssum úti á keiini, inntil teir fingu arbeitt tað til frysta vøru, minkafóður osfr. Rotnið deymurin lá um alt havnalagið og út um býin, og fólkið, ið kom í land av Smyrli, var um at kódna í lukti – framstig!
Keiin var sjáldan spulað, og um summarið, tá ið mesti tørvurin var, skuldi sparast upp á vatnið.
Ein veldigur “fyrimunur” var tann, at tú kundi fara út á Urðingarháls á seiðaberg, tá ið viðraði, og tú kundi fylla tær eina balju av stórseiði upp á minni enn ein tíma – tað stóð á at syfta!
Eftir nøkur ár við yðjandi lívi og nógvum virksemi á havnalagnum, so kom aftur ein tíð, har mest sum alt steðgaði – tey gomlu og nýggjaru reiðaravirkini løgdu árarnar inn, eingi skip vóru eftir á plássinum - men teir, ið stovnaðu og drivu Delta Seafood, góvust ikki so á hondum og fingu reiðararnar í Gøtu í sín part at stovna nýtt virki, sum so – hóast eitt stórt bakkast eftir eldibrandin – er her og fer at víðka um sítt virksemi. Hetta virki hevur aftur fingið bjartskygni at spretta og hevur havt lívgandi árin á alt lív í oynni, og saman við alingini og hinum fiskavirkjunum stendur oyggin fyri einum lutfalsliga stórum parti av landsins útflutningi.
Nýggju ætlanirnar um virðisøking og víðka arbeiðsútboð fer at økja um hetta íkastið til landsins útflutning. So leingi, eg minnist aftur, so hevur mann tosað um at virðisøkja okra tilfeingi, og nú fer tað uttan iva at henda eitt sindur á tí økinum her á staðnum.
Tað er ein sonn frøi at spáka sær ein túr eftir havnalagnum í dag. Alt er so væl fráfarið og nossligt og vakurt. Tað gamla, sum nú er sett hampuliga í stand og ikki er so illa farið og viðlíkahildið sum fyrr, speglar sær í tí nýggja, og tað skapar ein serstakan hugna – býurin hevur fingið eina nýggja gøtu og eina nýggja dimensjón – framstig!
Tað nýggja, sum nú er í umbúna at gera afturat eystureftir, fer at gera heildina nógv vakrari og fjølbroyttari. Mann fer ikki bara at síggja endaveggin av einum stórum bygningi, men alt tað lægra byggjaríið og snøggaru hallirnar frammanfyri og so keikant fram við grótkastinum, har skip koma eftir lidnu vøruni, ístaðin sum nú, at úti við 900 lastbilar um árið fara avstað við rávøru og líka norður til Fuglafirðar – so sanniliga veruligt framstig!
Mann kann droyma seg aftur í gomlu tíðina, men var alt so gott – báði ja og nei. Her á plássinum er ógvuliga nógv av tí gamla varðveitt, sjálvt um “Nú føroyska kirkjan” hevur latið prestagarðin – tey fyrr so vøkru húsini við tí ógvuliga vakra urtagarðinum – forfalla, og eigararnir av nýggju krambúð, sum kom úr Noregi saman við kirkjuni á sinni, hava latið hana broyta til ókenniligheit – eingi mótmæli!
Eg eri sannførdur um, at heilt nógv við mær báði her og í allari oynni eru samd við mær, at mann eigur at halda fram við framstigunum og menningini av vinnulívinum til at gera tað liviligari og til at fáa fleiri arbeiðstilboð til báði faklærd og ófaklærd, sum hava valt og væntuliga fara at velja at lívbjarga sær her á staðnum og her í oynni. Tú kanst ikki steðga framstigunum og steðga upp í einum statiskum tómrúmi ella nostalgiskum hugaheimi, tað ber ikki til. At ætla at steðga framstigunum er sum at seta seg undir Myllufossin í Sílánni við einum eyskari og ætla at oysa ánna tóma.
Á Sevmýri 1. várdag 2023
Johan Joensen