HOYR SENDINGINA "Á Breddanum": Tiltøk móti Russlandi
Møgulig tiltøk móti Russlandi í sambandi við innrásina í Ukraina 24. februar í fjør draga út, og nú meira enn 15 mánaðir eftir russisku innrásina, eru framvegis eingi stórvegis tiltøk sett í verk.
Landsstýrismaðurin fær nú víðari heimildir at fremja atgerðir móti Russlandi
Møgulig tiltøk móti Russlandi í sambandi við innrásina í Ukraina 24. februar í fjør draga út, og nú meira enn 15 mánaðir eftir russisku innrásina, eru framvegis eingi stórvegis tiltøk sett í verk.
Í gjár var framløga í Løgtinginum av einum uppskoti um at geva landsstýrinum heimild til at seta tiltøk í verk, men onki um innihaldið í tiltøkunum.
Innihaldið skal viðgerast í uttanlandsnevndini, og um hon góðtekur hetta, er tað upp til landsstýrið at seta tiltøkini í verk.
Gestir: Høgni Hoydal, Beinta Løwe, Eirikur Lindenskov, Bjarni Hammer, Jacob Vestergaard, Annika Olsen og Sólvit Nolsøe.
Gjørt sendingina hava Jógvan Skeel Nolsøe, Kári Mikkelsen og Frants Jensen, sum eisini er redaktørur.
Teknikari er Rúni Eysturlíð.
HOYR SENDINGINA HER Breddin | Kringvarp Føroya (kvf.fo)