Hoyr samrøðuna við Andrias Klein Gregoriussen, veðurfrøðing

Vit hava øll okkurt, og tað kundi sikkurt verið gjørdur ein filmur um hvønn einstakan av okkum

Hann er ein stór fyrimynd, sum eg altíð havi við mær. Eg hugsi ofta, hvussu hevði hann gjørt.

Andrias Klein Gregoriussen er vorðin kendur sum ungi maðurin, ið ber okkum veðurtíðindini, tíðliga og síðla, antin í útvarpinum ella sjónvarpinum. Hann er fyri ein stóran part uppvaksin í Danmark, og tí hevur hann lagt stóra orku í at fáa tann rætta framburðin og málburðin at sita.

Hann er brádliga farin frá at vera passaliga ókendur til, at øll kenna hann, har sum hann kemur. Tað er ein støða, sum er øðrvísi, tí hann er innvendur, men samstundis er tað eisini gevandi.

Tey, sum kenna Andrias, siga hann vera djúptøknan, fyrikomandi og eitt sindur nørdasligan. Ella sum starvsfelagin Hanus Kjølbro sigur: Ein tann dugnaligasti starvsfelagin, hann yvirhøvur hevur havt.

Men tað hevur ikki bara verið lætt. Fyri tíggju árum síðan misti hann pápa sín í syrgiligari vanlukku.

- Tað var øgiliga hart. Hann var ein øgiliga gløggur persónur, men eg vil leggja dent á tað, sum eg sá hann mest fyri. Tað menniskjaliga. Hann var fullur í kærleika og sá altíð tað góða í fólkum.

Andrias Klein Gregoriussen hevur eisini sjúkuna cystiska fibrosu at dragast við, men tað er onkursvegna bara ein partur av lívinum.

- Eg má banka uppundir borðið og siga, at í dag er viðgerðin vorðin so nógv betri. Men eg skal altíð ansa væl eftir.

Sjálvur vil hann ikki tosa um serliga stóra mótgongd, hóast hesar serligu umstøður.

- Vit hava øll okkurt, og tað kundi sikkurt verið gjørdur ein filmur um hvønn einstakan av okkum.

Tað skrivar Ingi Rasmussen á kvf.fo.

Hoyr alla samrøðuna við Andrias Klein Gregoriussen her. Veðurmaðurin hevur altíð pápan við í tonkunum | Kringvarp Føroya (kvf.fo)