Hoyr samrøðuna: Mælt verður til at minka heildarkvotuna
NAFO, sum umsitur fiskastovnarnar á Flemish Kap, mælir til at minka heildarkvotuna fyri tosk við umleið 800 tonsum næsta ár.
Petur Steingrund, fiskifrøðingur á Havstovuni, sigur, at toskastovnurin á Flemish Kap er væl fyri, so ivaleyst er hetta tilmælið hjá NAFO ætlað at binda um heilan fingur.
- Man er vorðin eitt sindur meira varin við veiðitrýsti, sigur hann og vísir á, at man í Kanada hevur ringar royndir við ov høgum veiðitrýsti á tosakstovnarnar.
HOYR SAMRØÐUNA VIÐ Petur Steingrund, fiskifrøðingur á Havstovuni HER Mælt verður til at minka heildarkvotuna og síðani at hækka hana aftur | Kringvarp Føroya (kvf.fo)
Tað skrivar Emil Lisberg Jacobsen á kvf.fo