Hoyr samrøðuna: Enn er eingin semja um makrel-stutðulin skal avtakast
Dennis Holm sigur, at skip, sum ikki fiska makrel, skulu ikki hava makrel at selja. Tað er reinur stuðul, og tað skal halda uppat. Tað hevur Dennis Holm sagt, síðani hann kom til sum landsstýrismaður i fiskivinnumálum í desember i 2022.
Kortini er einki hent í málinum - orsøkin er, sigur Dennis Holm, at hann bíðar eftir, at Ruth Vang landsstýriskvinna í fíggjarmálum broytir lógina um skat á endaligar avhendingar av kvotum.
Tann lógin sigur nevniliga, at avhendar tú kvotur endaliga, skalt tú rinda ein serligan skatt av vinninginum. Hetta bleiv gjørt tá kvoturnar gjørdust umsetiligar undir Jacobi Vestergaard, sum var landsstýrismaður í 2020 til 2022.
Fyri at landið skal fáa nakað av vinninginum, tá kvotur, sum landið hevur avhendað ókeypis, verða seldar víðari, skal ein serskattur leggjast á vinningin, Tað var endamálið við lógini - tó so, undantøk eru.
Dennis Holm heldur, at verða tey, sum hava fingið 10 ára makrelkvotur noydd at avhenda tær endaliga ístaðin fyri at selja tær hvørt ár, skulu tey ikki skattast eftir galdandi serreglum um endaligar avhendingar.
Men hóast tann bólturin hevur ligið hjá Ruth Vang rættiliga leingi, hevur hon einki gjørt fyri at taka hann upp.
- Enn er eingin semja um makrel-stutðulin skal avtakast - málið er ikki liðugt viðgjørt, sigur Ruth Vang.
Hoyr samrøðuna her: Eingin niðurstøða um makrel-stuðul | Kringvarp Føroya (kvf.fo)
Tað skrivar Marjun Dalsgaard á kvf.fo og sum eisini hevur gjørt samrøðuna við Ruth Vang.