Hoyr samrøðun við Jan Højgaard her
Tá freistin at stilla upp var farin á middegi, var eingin, sum bjóðaði sitandi formanni av. Og tí verður tað eisini Jan Højgaard, sum stendur á odda fyri Fiskimannafelagnum næstu trý árini.
Tað skrivar Jón Brian Hvidtfeldt, sum eisini hevur gjørt eina samrøðu við formannin TRÝST HER Tilfeingisgjøld og landing uttanlands | Kringvarp Føroya
Hann heldur, at tað fæst ov lítið fyri fiskin, tí hann ov í ov stóran mun SKAL landast í Føroyum, sigur Jan Højgaard:
Úr sjónarhorninum hjá fiskimannafelagsformanninum eru tilfeingisgjøldini ein órímiligur eykaskattur á fiskimannin. Og avmarkingin at landa uttanlands - sum er sett í gildi fyri at skapa arbeiði á landi í Føroyum - gongur útyvir avreiðingarprísin, og harvið hýruna hjá fiskimanninum:
Einki stríðsval
Av teimum 800 til 850 limunum í Fiskimannafelagnum er umleið tíggjundi hvør útlendingur.
Jan Højgaard tók við sum formaður í Fiskimannafelagnum í 2007. Tað var eftir stríðsval við Óla Jacobsen, sum tá hevði sitið sum formaður í 36 ár.
Hesaferð bjóðar eingin Jan Højgaard av - tí bleiv einki stríðsval um formanssessin.