Hoyr áhugaverdu samrøðuna við Bjarna Samson

sum er fabriksformaður umborð á Gadus

 

Ólavur í Geil tosar við Bjarna Samson, sum siglir við Gadus í Barentshavinum.

Bjarni hevur drúgvar royndir á havinum, og arbeiðir nú sum fabriksformaður.

Umborð eru teir optimistiskir um fiskiskapin, og vóna at koma heim til jólar. Vit ganga ganga seks og seks, og umstøðurnar eru góðar, sigur Bjarna Samson.

Fiskurin verður væl viðfarin, og tað sum fyrr bleiv blakað út á teimum gomlu bátunum, so sum høvd og skrokkar, verður nú framleitt til mjøl, og lýsi.

Hoyr áhugaverdu BFI samrøðuna við Bjarna Samson, fabriksformann  BFI SAMRØÐA | Havkappar | Bjarni Samson - Fiskarí í Barentshavinum 🎥 📺