Hoydal legði seg flatan fyri kapitalinum – hetta staðfesti dómur í Eystara Landsrætti
Kann ein royndur politikari loyva sær at siga, at manningarfeløgini sviku, tá hann fleiri ferðir fekk at vita, at feløgini ikki vildu hava eina skipan, sum hann vildi trýsta ígjøgnum?
Høgni Hoydal úttalar seg í pressuni, at hann gleðist um, at landsrætturin hevur broytt dómin í Føroya rætti, soleiðis at manningar ikki skulu rinda fyri uppboðssølu av veiðirættindum.
Føroya Fiskimannafelag gleðist eisini, men tað er ikki Høgna’sa orsøk, at so gekk.
Longu tá ið Høgni Hoydal sat í Fiskimaláráðnum, vísti Føroya Fiskimannafelag á, at uppboðssølan av veiðurættindum ikki varð góð fyri haldførið í fiskivinnuni. Tí mæltu vit til, at uppboðssøla av rættindum bleiv avtikin skjótast gjørligt.
Vit vístu á, at tað fekk neiligar avleiðingar at hava hesa skipan. Tað hevur eftirtíðin eisini víst.
Høgni blandaði seg í fakfelagsviðurskiftini hjá manningarfeløgunum
Hóast áhaldandi áheitan á Høgna Hoydal, um ikki at seta lógina í gildi, so setti Høgni skipanina í verk. Í lógina setti hann eina orðing, sum ásetti, at manningarfeløgini skuldu ikki rinda fyri uppboðssølu av veiðirættindum.
Høgni visti longu tá, at feløgini júst tá vóru í samráðingum og ikki kundu líta á eina politiskt setta reglu um, at manningar ikki skulu rinda fyri uppboðssølu av veiðirættindum.
Høgni, hvussu kundu vit í manningarfeløgunum líta á slíka reglur, tá tú ikki so frægt sum kundi lurta eftir okkum – okkum, sum blivu rakt av skipanini?
Vit halda, at politikarar eiga at halda seg til vanligan politikk og ikki til fakfelagspolitikk, tí tað kláraðu – og klára – vit sjálvi. Tað hava vit víst.
At seta fakfelagstreytir inn í eina lóg fara vit ongantíð at góðtaka – ikki uttan so at vit sjálvi hava umbiðið slíka skipan.
Føroya Fiskimannafelag sendi fleiri hoyringarskriv til Fiskimálaráðið og vinnunevndina, har vit gjørdu greitt, hvussu stórt inntriv lógarásetingin hjá Høgna fór at gera í sáttmálan millum Føroya Fiskimannafelag og Føroya Reiðarafelag.
Eftir at reiðararnir høvdu hótt við endurgjaldskravi, hoknaði Hoydal fyri kapitalinum og gjørdi nýggja lóg, sum gav reiðarafelagnum fría atgongd niður í lummarnar hjá manningunum.
Har átti Hoydal at staðið saman við okkum og stríðst fyri fakfelagsrættindum. Tað gjørdi hann ikki.
Spurningurin er hvør svíkti, harra Høgni Hoydal.
Føroya Fiskimannafelag