Hoydal avvísur: - Onki um hasa søguna

Nato rindar ikki fyri nýggjan flogvøll og 200 mió krónur framyvir til Føroyar

Vit høvdu uttanríkismálaráðharran í telefonini í kvøld. Hann avvísti søguna, sum vit bóru fyrr í dag um at verjusemjan innihelt at Nato rindar 200 mió krónur framyvir og at nýggjur flogvøllur verður bygdur

Høgni Hoydal segði seg einki vita um søguna sum Norðlýsið bar í dag, har NATO rindar 200 mió krónur á hvørjum ári fyri verjusemjuna. 

- Eg veit ikki hvar tit hava hasa søguna frá, hatta kenni eg einki til, segði Høgni Hoydal við Norðlýsið.

Tað skrivar nordlysid.fo.

Facebook hjá Sjúrði Skaale:

Sjúrður Skaale skrivaði soleiðis fyri nøkrum døgum síðan á facebook-vanga sínum.

Nýggja verjusemja slóðar fyri føroyskari førleikamenning, størri sjálvræði og betri trygd

Eri sera, sera glaður um at tað eydnaðist at fáa semju um tekstin niðanfyri, nú nýggj semja um verjuna í ríkinum skal gerast.

Her stendur einki um ítøkilig átøk og ítøkiligar upphæddir - men við hesum karminum um komandi samráðingar, har upphæddir og átøk skulu avtalast, hava vit allar møguleikar fyri at styrkja okkara sjálvræði.

Vit kunnu vera við, vit kunnu taka ábyrgd, vit kunnu sjálv gagna okkara trygd, okkara vinnulívi og okkara førleikum.

Vónandi verða allir partar líka konstruktivir, tá átøk og verkætlanir skulu avtalast við støði í hesum.

Takk til landsstýrið, løgtingið og donsku stjórnina fyri eina góða gongd higartil, har vit bæði Anna Falkenberg hava verið eitt slag av stuðulsspælarum, og tingast við bæði stjórnina og landsstýrið, serfrøðingar, stovnar og fyritøkur.

Teksturin er stuttur, men hann hevur kravt nógvar tingingar - og kósin er greið:

“Færøerne vil aktivt deltage i opretholdelsen af sikkerhed i regionen. Færøernes landsstyre og den danske regering er enige om, at prioritere initiativer og tiltag, der understøtter NATO’s afskrækkelsesprofil og minimerer risikoen for utilsigtet eskalering. Det er fortsat en prioritet, at Forsvarets opgaveløsning i og omkring Færøerne, hvor det er muligt, kan kombineres med Færøernes civile beredskab og politiet, i tæt samarbejde med de færøske myndigheder, herunder omkring data- og informationsdeling. Når der skal investeres i Forsvarets opgaveløsning i og omkring Færøerne, er det en prioritet, at investeringerne, så vidt muligt, kommer det færøske samfund til gavn. Det kan eksempelvis være gennem tæt samarbejde med myndigheder, virksomheder, industri og forskningsinstitutioner. Konkrete tiltag og initiativer drøftes nærmere mellem Færøernes landsstyre og den danske regering med henblik på at opnå en fælles forståelse af prioriteringer og muligheder. Det er samtidig vigtigt med støtte, rådgivning og gensidig erfaringsudveksling og deling af klassificerede oplysninger i forhold til cyberforsvar og – sikkerhed samt vedrørende hybride trusler.”