Hon kom ongantíð heimaftur til Danmarkar

Í farnu viku fekk Anne Marie Norby kongaliga Tænastumedalju

Í farnu viku fekk Anne Marie Norby kongaliga Tænastumedalju fyri at hava starvast sum landmátari hjá Landsverki í 40 ár

Anne Marie fór sum 23 ára gomul til Føroya ein túr, sum bara skuldi vera eitt ár - men hon kom ongantíð heimaftur til Danmarkar. Síðan hevur hon starvast sum landmátari hjá okkum - eitt arbeiði, sum hevur ført hana runt í hvønn krók í Føroyum, og eisini til Islands, Hetlands og Grønlands.

Anne Marie er serfrøðingur í sjóuppmáting, og umframt uppmátingarnar í grótbrotum, til vegaútbyggingar og tunlar, hevur hon eisini gjørt uppmátingar til havnarbyggin, undirsjóvartunlar og annað á sjónum

Vit ynskja henni hjartaliga til lukku við stóra heiðrinum og takka henni fyri hennara týdningarmikla íkast til føroyska samfelagið.